Framvegis sera nógv smittað við koronu

Nú hava vit met i smittutrysti og met í smittaðum í miðal um dagin seinastu vikuna

 

Í gjár vóru 408 nýggir tilburðir staðfestir við koronu, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3302 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 2461 smittað, átta eru innløgd, harav fimm vegna korona, og trý eru innløgd av aðrari orsøk.

 

Smittutrýstið er nú 12,4 prosent, og talið av smittaðum í miðal um dagin seinastu vikuni er nú komið upp á 352.