Framvegis smáligt hjá partrolarum

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Á svartkalvaveiði er smáligt, men brúkiligt er á havtaskuveiði.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og flestu pør koma inn at landa í næstu viku.

 

- Partrolararnir hava smáligan upsafiskiskap, men teir fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý partrolarapør liggja við bryggju, men tey fara væntandi avstað í næstum. 

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap eftir svartkalva. Teir koma inn at landa fyrst í næstu viku. Ein djúpvatnstrolari liggur við bryggju.

 

Í løtuni er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir eru á Skeivabanka og fiska havtasku. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Á svartkalvaveiði er smáligt, men brúkiligt er á havtaskuveiði.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.