Framvegis stórur spenningur

Spælararnir í EB/Streymi og B36 eru farnir at hvíla seg, nú steypafinalan er hálvrunnin. Støðan er framvegis 2-1 til EB/Streym. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen hava skorað málini fyri EB/Streym, og Bergur Midjord var tann, sum minkaði um munin fyri B36. Í tí støðuni royndi Bárður Olsen at verja fyri við hondini, men hann var innanfyri málstrikuna. Um hann hevði havt verið røttu megin strikuna, so hevði dómarin havt víst honum reyða kortið og bríkslað fyri brotssparki til B36.

 

EB/Streymur-B36

1-0: Arnbjørn Hansen 12.

2-0: Hans Pauli Samuelen 20.

2-1: Bergur Midjord 40.

EB/Streymur: René Tórgarð - Levi Hanssen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Hanus Eliasen, Brian Olsen, Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen - Sorin Anghel, Arnbjørn Hansen

B36: Meinhard Joensen ? Ásbjørn V. Gunnarsson, Dimitri Jankovic, Herbert í Lon Jacobsen, Alex Santos ? Magnus Olsen, Klæmint Matras, Tamas Nagy ? Bergur Midjord, Karoly Potemkin, Johan Ellingsgaard

Gult kort: Alex Santos