Adelborg Linklett í Klaksvík telist millum virknastu sjónleikararnar í Føroyum. Hon hevur verið við í ørgrynnu av leikum bæði í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hon var við til at endurstovna í 1977, í Grímu, í sjónleikarfelagnum Eydnuni á Oyrabakka og so hevur hon eisini verið við í tveimum filmum, - í "Maðurin, ið slapp at fara" hjá Katrini Ottarsdóttir og í "Barbaru" hjá Niels Malmros, har hon spældi bóndakonan í Leynum.
Og nú Katrin Ottarsdóttir er farin undir upptøkurnar til sín fjórða film er Adelborg aftur við. Filmurin, sum er ein roadmovie, hevur fyribils danska heitið ?Små øer er kun for fugle der kan flyve væk?. Hann er um tvær ungar gentur, sum hava verið uttanlands, og koma aftur og føra seg fram. Tær hitta ein føroyskan bygdamann, sum koyrir tær runt. Gjøgnum hann koma tær út fyri nógvum upplivingum, sum búna tær.
Farið varð undir upptøkurnar týsdagin og miðskeiðis í næsta mánaði eru tær ætlandi lidnar. Adelborg skal saman við Sverra Egholm spæla eini eldri hjún ? tey spældu eisini eini eldri hjún í omanfyri nevnda filmi hjá Katrini Ottarsdóttir, men hesa ferð er talan um eini heilt onnur fólk. Í "Maðurin, ið slapp at fara" spældi Adelborg ein rættiliga tollynt eldri kona, sum loyvdi manninum at fara við eini yngri kvinnu, tí hon visti hvar hon hevði hann. Hesa ferð er konan av heilt øðrum slag.
? Vit spæla omma og abbi gentuna, sum filmurin snýr seg um. Mamma gentuna átti hana áðrenn hon varð gift og tað kom ógvuliga tvørt fyri hjá ommuni, sum er ógvuliga gudrøkin. Tey hava sligið hondina av dóttrini, og tá ið ommudótturin kemur at vitja ommuna, vil hon ikki kennast við hana, tí hon eins og dótturin er dálkað. Hon er ein strang og kenslukøld omma, og tað, at dótturin hevur fingið hetta barnið áðrenn hon varð gift, stýrir hennara atburði mótvegis teimum. Men blóð er tjykri enn vatn, tí hóast hon ikki vil loyva ommudóttrini inn, stendur hon og grætur í vindeyganum, tá ið hon fer avstað aftur, sigur Adelborg.
Tað er ikki ein leiklutur, tú kennir teg aftur í?
? Nei, avgjørt ikki. Soleiðis eri eg als ikki, men eg ivist ikki í, at slíkar harðvunnar konur eru til enn. Abbin veit ikki, hvat hann skal. Hann torir ikki rættiliga at gera nakað hóast hann hevur hug at slætta sjógv. Men so sendir hon honum eitt eygnakast, sum sigur meiri enn 1000 orð, sigur Adelborg.
Filmur og sjónleikur
? Tað er heilt hvør sítt at vera við í filmi og at spæla sjónleik, og hóast tað er eitt stórt upplivilsi at vera við í filmi, dámar mær betri at spæla sjónleik. Samanhaldið er betri, tí leikararnir eru so tætt knýttir. "Maðurin, ið slapp at fara" var fyrsti filmurin, eg var við í. Eg hugsaði sum so ikki yvir, hvat tað var eg var farin undir, men tá ið fyrsta rullan var framkallað og hon kom aftur til Føroya, kendi eg meg ógvuliga illa við. Eg mátti spyrja meg sjálvan, hvat tað var, eg hevði sagt ja til. Tað einasta eg sá fyri mær var hetta ógvusliga løriftið, har eg sá meg sjálvan. Eg hevði hug at bakka út, men tað kundi eg ikki gera ímóti teimum. Bara tankin um, at filmurin skuldi verðina runt, gjørdi meg illa við. Nústani tá skilti eg, hvat tað var. Men eg hevði einki val, tí vann eg á teirri kensluni, - eg kundi ikki svíkja tey, tá ið upptøkurnar vóru farnar í gongd, sigur Adelborg.
? Tá ið tú spælir sjónleik eru eyguni ikki so kritisk, sum tá ið tú ert við í einum filmi. Eg havi ikki tað stóra sjálvsálitið, tá ið eg hugsi um evni, sigur Adelborg.
Men tú torir kortini at leypa út í tað?
? Ja, løgið nokk ferð eftir ferð. Fólk siga, at tað sæst ikki á mær, at eg ikki havi álit á mær sjálvum. Men tá ið eg eri komin á pall, er allur nervøsiteturin burtur. Tað er vist heilt vanligt hjá sjónleikarum at hugsa soleiðis. Ert tú fyrst komin á pall, vendst ikki aftur, og tí má man bara gera sítt besta.
Adelborg, sum hevur arbeitt saman við tveimum professiónellum leikstjórum, Katrini Ottarsdóttir og Niels Malmros, heldur ikki, at so stórur munur er á arbeiðsframferð teirra.
? Tey geva sær góðar stundir, og tú fært als ikki tíð til at blíva nervøs. Mær dámar væl, tá ið leikstjórar loyva leikarunum at royna seg fyrst í leiklutinum, tí tað verður alt ov keðiligt, um tú sum leikari skal fylgja leikstjóranum út í æsir ? uttan at sleppa at vísa, hvat tú dugir til.
? Eg var ógvuliga spent uppá at fáa høvi at spæla saman við so stórum nøvnum. Tey vóru ógvuliga fitt og man merkti als ikki, at tey vóru størri og kendari enn vit. Eg spældi saman við Jens Okking og tað var eitt stórt upplivilsi, sigur Adelborg, sum hevur varðveitt sambandið við hann.
? Hann hevur verið her og vitjað, og vit skriva saman. Í løtuni er hann í Írlandi og arbeiðir. Ætlanin var at hann skuldi koma aftur á vitjan síðsta summar, men tað lá ikki fyri. Kanska verður tað í summar.
Størsta upplivilsið
Leikurin "Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra", sum Gríma spældi í 1980 og har Adelborg var gestaleikari, hevur havt ógvuliga nógv at siga fyri hana. Gunnvør Nolsøe leikstjórnaði og leikurin var ógvuliga væl umtóktur.
? Tey grundprinsippini, ið eg lærdi meðan vit vandu og spældu tann leikin, havi eg brúkt líka síðani, sigur Adelborg.
Og leiklutirnir eru ikki so fáir. Síðani Klaksvíkar Sjónleikarfelag varð endurstovnað í 1977 hevur Adelborg verið við í øllum uttan tveimum, antin á palli ella aftanfyri, í flestu førum bæði sum leikari og fyriskipari. Fyrsti leikluturin var í leikinum "Magnus", sum varð spældur í 1967.
? Óli Dahl ringdi til mín og spurdi, um eg hevði hug at vera við. Eg havi frá eg var barn havt hug at spæla sjónleik, so eg segði ja, og síðani hevur sjónleikur verður ein stórur partur av mínum lívi, sigur Adelborg Linklett.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur spælt Norðoyastevnuteitið á hvørjum ári síðani 1978 og Adelborg hevur somuleiðis átt ein leiklut í teim øllum.
Menning
Nú vit hava fingið okkara fyrsta yrkisleikhús kann hugsast, at munurin millum yrkissjónleik og amatørsjónleik verður enn týðiligari.
? Tað er deiligt, at vit hava fingið eitt yrkisleikhús. Eg trúgvi, at tað fer at hækka støðið innan allan sjónleik. Tá ið tú spælir amatørleik, tráar tú alla tíðina eftir meir, eftir íblástri, tí spælir tú bara amatørleik, hevur tú lyndi til at standa í stað. Tí kunnu amatørleikarar læra nógv av yrkisleikarum umframt at skeið og annað er tiltrongd. Tað eru avbjóðingarnar, sum menna leikararnar, og tí trúgvi eg, at yrkisleiklistin fer at geva amatørsjónleikinum nýggjan íblástur, sigur Adelborg.
Nýggjur karmur
Í fjør fingu norðoyingar nýtt mentunarhús. Atlantis Bio, sum hevur hýst Klaksvíkar Sjónleikarfelag í nógv ár, er nú eftir stórar umbyggingar Mentunarhúsið Atlantis, og umframt sjónleiki hýsir húsið biografi og er karmur um onnur tiltøk. Norðoyingar eru ógvuliga fegnir um húsið og biografurin verður væl vitjaður.
? Umstøðurnar eru nógv bøttar, men ein vansi við húsinum er, at sjónleikarfelagið hevur ikki so góðar umstøður til at venja, tí vit mugu bíða eftir hvør øðrum, sigur Adelborg.
Klaksvíkingar taka væl undir, tá ið sjónleikur verður spældur. Seinasti sjónleikurin felagið setti upp var "Boðfreturin" og um jóltíðir spældu tey yngri í felagnum "Gandaða lyklarholið". Til heystar er ætlanin at spæla sjónleik aftur, men enn er ikki gjørt av, hvør leikurin verður.
? Eg kundi øgiliga væl hugsað mær at felagið fór undir at spæla "Gengangeren" eftir Ibsen. Tað er ein góður og djúpur leikur, ið er ógvuliga krevjandi og sum vekir nakað í fólki. Hann nýtist ikki at vera so tungur, sum onkur hevur hug at halda, sigur Adelborg.
Klaksvíkingar dámar væl at hyggja at skemtileikum.
? Tað ber eisini til at appelera til fólk við øðrum enn látri. Hinvegin eru skemtileikir ikki altíð so lættir at spæla, sum ein kanska heldur, tí hevur tú ikki tað í tær, sum krevst, so ber illa til at spæla stuttligur. Men tú búnast meir sum sjónleikari av at spæla leikir, ið stinga djypri.
Er tað framvegis stuttligt at spæla sjónleik?
? Ja, tað er, men eg lovi eftir hvønn leik, at nú haldi eg uppat, men so leypi eg kortini út í aftur hvørja ferð. Men við árunum fer tað at forbjóða seg sjálvt, tí leiklutirnir fækkast eldri man verður, sigur Adelborg Linklett at enda í viðtali.