Hondbóltur
Enn er støðan í Atlantic Airways-kappingini so tøtt sum sjáldan fyrr, og framvegis eru í veruleikanum fimm lið við í kappingini um at spæla FM-finalur ímóti Neistanum, samstundis sum tey royna at sleppa undan niðurflyting. Av tí at Team Klaksvík er klárt á odda í næstbestu deildini, er greitt, at eitt av teimum fimm liðunum fer at flyta niður, sum reglurnar eru nú.
Mikukvøldið spældu Kyndil og H71 javnt, so tí eydnaðist hvørgum teirra at sleppa stórvegis frá hinum. Sunnudagin skulu so hini fýra liðini spæla, og alt eftir, hvussu úrslitini laga seg, kann munurin millum tey fimm tøttu minka úr trimum niður í tvey stig.
KÍF og VÍF, sum spæla í Kollafirði, eru í løtuni tey bæði niðastu, við ávikavist 11 og 10 stigum. Vinna kollfirðingar, koma teir ájavnt H71 og Kyndli í stigum, men vinna vestmenningar, koma teir upp á 12 stig og allarhelst eitt fjórðapláss.
Í hinum dystinum tekur StÍF ímóti Neistanum, sum kemur inn á Skála við einum donskum landsliðsmálverja, sum eisini skal spæla steypafinaluna fyri Neistan. StÍF hevur ikki havt sítt besta kappingarár, og javnleikurin ímóti H71 fyri viku síðani var fyrsta stigið hjá strandingum síðani hálvan november! Hinvegin er Neistin favorittur hvørja ferð, og so verður eisini sunnudagin.