Framvegis trupulleikar við rossainnflutningi

Sjálvt um ein sokallað marknastøð í eina tíð hevur staðið klár at kanna innflutt djór, so mugu ross úr Íslandi framvegis allan umvegin til Danmarkar, áðrenn tey kunnu koma til Føroya. Orsøkin er, at skrivstovuveldið í ES setir forðingar í veg, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum

Sum við so nógvum øðrum, ið hevur við ferðavinnu at gera, so er summarið tann árstíðin, har inntøkurnar skulu tryggjast hjá felagnum Berghestar, ið bjóðar ross út til leigu. Felagið hevur í alt 22 hestar, harav 16 verða brúktir til at leiga út til útlendsk ferðafólk. Áhugin er vaksandi, men virksemið hjá felagnum er darvað av, at tað er so trupult at fáa ross flutt inn úr Íslandi, haðani Berghestar keypir síni ross.

- Umframt at kosta okkum eini 12 til 14 túsund krónur – ella næstan helvtarprís – meiri fyri hvørt ross, so er hetta á markinum til djórapínslu, at tey skulu allan vegin til Danmarkar, áðrenn tey koma til Føroya. Flutningurin tekur væl meiri enn eina viku, ístaðin fyri eitt døgn um tey komu beinleiðis úr Íslandi til Føroya, sigur Leif Berg, sum stendur aftanfyri Berghestar.

Felagið hevur keypt tvey ross og bílagt fimm onnur, sum standa í Íslandi og ongan veg sleppa, uttan fyrst at verða send til Danmarkar.

- Sesongin hjá okkum er bert trýggjar mánaðir, og nú eru vit komin so langt inn í summarið, at tað verður ov seint at fáa hendur á rossunum í nóg góðari tíð og hartil ov kostnaðarmikið, sigur Leif Berg, ið hevði sæð fram til, at málið um marknastøðina var loyst longu í vár.

Sama er við hoyggi úr Íslandi, sum eisini skal góðkennast eftir ES-reglum, men av tí, at tað fyrst skal umvegis eina marknastøð í Danmark, verður tað munandi dýrari.

Leif Berg hevði vónað, at Íslandssáttmálin fór at skunda undir loysnina av málinum, men kennir seg vónbrotnan av, at onki er hent í so máta.


ES í vegin

Sosialurin hevur spurt avvarðandi landsstýrismann, Bjarna Djurholm, um, hví góðkenningin av føroysku marknastøðini dregur út.

- Málið er fyri langari tíð síðani avgreitt frá okkum, men tað koma alla tíðina nýggj krøv ella forðingar frá ES í vegin, sum vit ikki hava nakra ávirkan á. Okkara maður í Brüssel, Hákun Djurhuus, sendimaður, hevur eisini gjørt eitt sera stórt arbeiði fyri at loysa málið, men tíverri er hetta ikki eydnast enn, sigur Bjarni Djurholm.

Sambært landsstýrismannin í vinnumálum er seinasta forðingin, at embætisfólk í ES hava sett fram nýggj løgfrøðislig krøv, sum tað verður arbeitt við at avgreiða.

- Mann kann siga, at hetta er byrokratiið ella skrivstovuveldið í ES, sum stendur í vegin fyri at loysa málið. Eg havi tó fingið at vita frá sendimanni okkara har niðri, at góð útlit eru fyri, at málið verður endaliga loyst í heyst, sigur Bjarni Djurholm.

Hann vísir á, at tað eru tvey og eitt hálvt ár síðani, at Vinnumálaráðið saman við Løgmannskrivstovuni fór í gongd við at fáa stovnsett eina marknastøð ella bipp-støð, sum hon eisini verður nevnd, men tað hevur verið sum at sláa í eina dýnu hjá ES-veldinum. Men, leggur Bjarni Djurholm afturat, málið skuldi altso verðið endaliga loyst í heyst.