Orsaka av truplu støðuni hjá Frem í botninum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini var Atli Danielsen ikki við í landsdystinum í Estlandi mikukvøldið. Í gjárkvøldið var Atli Danielsen á Frem liðnum, sum vitjaði í Køge, har Henrik Larsen er venjari, og har nýggi landsliðsspælarin, Jónas Þór Næs, er millum spælararnar. Úrslitið var málleysur javnleikur. Tað ber við sær, at bæði Frem og Køge eru omanfyri strikuna, og at bæði liðini eru í vanda at enda niðanfyri strikuna eftir síðsta umfar, sum verður sunnudagin. Trý lið flyta niður. HIK er triði aftast við 30 stigum, ið er sama stigatal, sum LFA og Frem hava. Køge er omanfyri hesi bæði við 32 stigum.