Eitt lagtrýst sunnan fyri Ísland liggur mest sum í stað til mánadagin, tá tað fer at nærkast bretsku oyggjunum og so víðari eystureftir. Seinni í vikuni fer eitt nýtt lágtrýst úr eystri at nærkast Írlandi.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl og hitin millum 7 og 10 stig.
2. hvítusunnudag
Gul til stívt andøvsgul av eystri, seinni av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um 8 stig, um náttina niður í 4 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot av ymsum ættum, 3 til 6 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 4 og 8 stig.
Hósdagin
Fyrst eitt lot av ymsum ættum, 3 til 6 m/s, men sum frá líður frískar hann vindin av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av landsynningi og hitin millum 4 og 8 stig.