Eitt lágtrýst, 992 hPa, í ein útsynning úr Íslandi, liggur nærum í stað. Óstøðuga veðrið heldur á og komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi.
Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, men fyrrapartin makar hann vindin eitt bil niður í 7 til 10 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 9 og 12 stig.
Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, men um náttina klárar í. Hitin millum 9 og 13 stig.
Hósdagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina snarar hann í ein sunnan og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar, men um kvøldið skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, um náttina snarar hann eitt bil í ein landsynning og øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar og seinnapartin meiri skýggjað. Um kvøldið fer at regna. Hitin millum 9 og 13 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Eitt skifti verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í sunnara og eystara parti av landinum. Um kvøldið makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn, men um kvøldið klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul, fyrst av suðri og seinni av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Um náttina hækkar hann í norðan og útnyrðing og øtlar nakað. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.