Framvegis óvissa um Sámal

Fótbóltur: Landsliðsmaðurin kennir seg ikki bundnan av nakrari avtalu við GÍ

Sveinur Tróndarson

og Jóannes Hansen


Tað valdar enn ógreiða um hvar gøtumaðurin á landsliðnum, Sámal Joensen, fer at veita sínar fótbóltstænastur næsta kappingarár.

Í síðstu viku skrivaðu vit, at Sámal var á veg til Íslands at leika við Leiftri, og í vikuskiftinum var hann har yviri og hugdi at umstøðunum.

Fyrradagin bar Útvarpið - og í gjár eisini Sosialurin - kortini tey tíðindi, at Sámal Joensen ikki fór nakran veg, tí hann hevði gjørt nýggjan sáttmála við GÍ.

Men nú verða tey afturvíst av Sámali Joensen sjálvum.

Sámal Joensen segði við Útvarpið á middegi í gjár, at hann onga avtalu hevur gjørt við gøtumenn og hetta stendur sjávsagt í andsøgn við tað, sum felagið hevur latið frætta.

Petur Holm, sum hevur verið við til sáttmálasamráðingarnar, hevur ongar viðmerkingar um málið, og vit skilja eisini á lagnum, at talan ikki hevur verið um nakran skrivliga sáttmála.

Avtalan, sum GÍ hevur hildið seg hava við Sámal er munnlig.


Taki støðu í vikuni

Sámal Joensen segði annars við Útvarpið í gjár, at hann hevur fingið eitt gott tilboð frá íslendska felagnum, Leiftri, har Jens Martin Knudsen skal vera venjari komandi ár.

Umframt tilboð sum leikari hevur Sámal eisini fingið tilboð um arbeiði á Ólafsfirði.

Sámal kom aftur úr Íslandi mánadagin, og heimafturkomin fer hann, saman við familjuni at umhugsa um fótbóltsframtíð hansara skal verða á Ólafsfirði í Íslandi, ella um hann skal halda fram í Gøtu.

Enn er ikki greitt nær avgerðin verður tikin, men Sosialurin hevur skilt á pørtunum, at avgerðin fellur í hesi vikuni