Norsku myndugleikarnir hava fingið vissu fyri, at ein av teimum norsku gíslunum er sloppin við lívinum og er á einum sjúkrahúsi í Algeria. Hinvegin vita myndugleikarnir framvegis ikki, hvussu tað er vorðið við hinum átta norðmonnunum, sum vóru gíslar á algerska gasverkinum.
Statoil sigur, at 40 av teirra starvsfólkum eru farin úr Algeria. 18 teirra fóru haðani við flogfari umvegis Mallorca í nátt.
Myndugleikarnir í Japan siga, at 17 japanar vóru millum gíslarnar. Tríggir teirra eru bjargaðir í øllum góðum, men myndugleikarnir vita einki um hinar 14.
Í Filipsoyggjunum siga myndugleikarnir, at meiri enn 20 av teirra landsmonnum vóru millum gíslarnar. Ein slapp til rýmingar, men tað er ógreitt, hvat er hent hinum.