PSV Eindhoven hevur fleiri ferðir havt gleði av vitanini hjá Frank Arnesen um altjóða fótbólt, og nú verður fyrrverandi danski landsliðisspælarin aftur í hollendska felagnum.
Á heimasíðuni upplýsir PSV í dag, at 67 ára gamli Frank Arnesen verður nevndarlimur, har hann skal taka yvir sessin hjá Hans van Breukelen.
Tað er aður ferð, at Frank Arnesen verður nevndarlimur í hollendska felagnum, sum í løtuni er á odda í heiðursdeildini.
Hann var eisini nevndarlimir frá 2017 til 2018, áðrenn hann fann út av, at hann ikki var liðugur við at verða í dagliga rakstrinum av einum fótbóltsfelag.
Hann gjørdist síðani tekniskur stjóri í Anderlecht og seinni í Feyenoord.
Frank Arnesen spældi síðsta skeiðið av virknu tíðini við PSV frá 1985 til 1988 og varð í 1991 hjálparvenjari hjá felagnum.
Trý ár seinni tók hann yvir starvið sum ítróttarstjóri, sum hann var til 2004, tá hann fór til Tottenham í Onglandi.
Síðani hevur hann størv í fremstu røð hjá Chelsea, Hamburger SV, Metalist Kharkiv, Paok og seinast hjá Anderlecht og Feyenoord.
Frank Arnesen gavst sum tekniskur stjóri hjá Feyenoord í september í 2022, eftir at hann í longri tíð hevði verið plágaður av sjúku, sum gjørdi, hann noyddist í sjúkrafarloyvi.
Frank Arnesen hevur sum nevnt føroyskar røtur, og eftirnavnið Arnesen er týtt til danskt úr føroyska Arnason. Hann er abbasonur Stendor Arnason úr Havn. Stendor var bróðir Herluf Arnason, sum búði á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta, har parkeringsplássið hjá handlinum Maria Poulsen í Tórsgøtu er í dag. Annar bróðir Stendor var Otto Brimheim, sum í mong ár arbeiddi á Skipasmiðjuni í Havn.
Frank Arnesen spældi fótbólt í sjeyti- og áttatiárunum. Fyrst í Fremad Amager, síðani í Ajax, Valencia, RSC Anderlecht og PSV Eindhoven. Hann spældi 52 A landsdystir fyri Danmark frá 1977 - 1987 og skeyt 14 mál.
/ritzau/