Frank Jensen í samráð fyri triðu ferð

Hesaferð skal løgmálaráðharrin greiða frá, um kanningarnevndin hevur latið Den Danske Bank loynilig skjøl, í sambandi við bankakanningina

Tá tað ikki kundi prógvast, hvør embætismaður hevði sagt hvat við hvønn í habilitetsspurninginum, verður nú lagt á annan bógv. Nú hevur Kristian Thulesen-Dahl, limur í politisku búskaparnevndini fyri danska Fólkaflokkin, biðið um samráð við løgmálaráðharran um at kanningarnevndin hevur latið Den Danska Bank hópin avtrúnaðarskjølum.

Tað er ikki óvanligt í Danmark, at ráðharriar verða kallaðir í samráð, men tað er óvanligt, at eitt mál verður avgreitt og annað í sama máli verður tikið upp, so sum verið hevur í politisku búskaparnevndini, sum hevur biðið um samráð við Frank Jensen fyri triðu ferð í einum mánaða.


Stjórnin mist stuðul

Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum, sum annars hevur stuðlað stjórnini í bankamálinum, er samdur við Kristian Thulesen-Dahl, at seinasta avdúkingin krevur serliga viðgerð í annars í fløkjasligu handfaringini av bankamálinum

Per Stig Møller heldur eisini, at tað kann verða neyðugt at kalla Poul Nyrup Rasmussen, stjórnarleiðara, í samráð. Hildið verður, at nýtt ivamál um trúvirðið á bankakanningina kann styrkja viljan hjá føroyingum um at slíta frá Danmark.

Sambært ?Børsen³ hevur Jørgen Grønborg latið Den Danske Bank 1200 trúnaðarskjøl í bankamálinum.

Nær triða samráðið verður við Frank Jensen í politisku búskaparnevndini er ikki greitt enn.

Eftir stendur, at hóast løgmálaráðið ikki hevur prógvað pástandin um at føroyingar vistu meir um habilitetin hjá Michael Rekling, enn Landsstýrið og Finn Norman Christensen vilja vera við, so er avleiðingin fyri Frank Jensen og donsku stjórnina, at meirluti í politiksu búskaparnevndini bert ein ?nøs³.


Landsstýrið ger ikki meir við málið

Eftir hvat skilst, so fer Landsstýrið ikki at gera meir við málið, av tí at hildið verður, at løgmálaráðharrin hevur sett skuldsetingina fram, og tí eisini eigur at prógva tað.

Hvussu leikur fer í næsta samráðnum, og umtað yvirhøvur fær avleiðingar, er ivasamt.

Í danska politiska heiminum verur spáa, at orsøkin til alt hóvastákið um bankamálið, kemst av, at Poul Nyrup Rasmussen fer at útskriva val í heyst, og at andstøðan í hesum sambandi brynjar seg, eitt nú við at brúka bankamálið til at vinna sær politiskar fyrimunir í komandi valstríðnum.