Frank Lampard flest mál fyri Chelsea

Við tveimum málum móti Aston Villa í dag, hevur Frank Lampard sett nýtt met. Hann er nú tann spælarin, ið søguliga hevur skotið flest mál fyri Chelsea. Chelsea vann dystin 2-1.

 

Chelsea hevur beina kós móti bronsuni í Premier League, eftir at teir í dag vendi einum hóttandi 1-0 tapi til ein 2-1 sigur. Aston Villa kom á odda aftaná eitt lítið korter, tá Christian Benteke bjóðaði allar Chelsea verjuni av, og prikaði bóltin í málið.

 

Stutt fyri hálvleik fekk miðvallarin hjá Chelsea, Ramiers, beinleiðis reytt kort. Eitt korter inn í seinna hálvleik fekk so Aston Villa framherjin og málskjúttin, Christian Benteke, sítt seinna gula kort, og harvið reytt kort.

 

Við tíggju móti tíggju vóru Chelsea sterkari. Í báðum førum var tað Frank Lampard, sum skoraði. Tað fyrra var eitt gott vinstra beins skot áraka brotsteigarmarkinum, meðan tað seinna var eftir uppspæl í vinstru, har Frank Lampard tætt undir málinum kundi seta fótin á. Tá restaðu bara tveir minuttir í.

 

Frank Lampard hevur nú skotið 203 mál fyri Chelsea. Tað er eitt fleiri enn Bobby Tambling, sum átti metið í Chelsea.

 

Úrslitið í dag merkir, at Chelsea so gott sum er tryggjað Champions League fótbólt komandi kappingarárið.