Frankaríki letur upp landamørkini frá 15. juni

Frankaríki letur upp mørkini fyri øðrum Schengen-londum frá 15. juni. Tvær vikur seinni verður latið upp fyri ikki-Schengen-londum.

Frankaríki fer stigvíst at lata upp mørkini fyri londum uttan fyri Schengen-økið frá 1. juli.

Tað upplýsa landsins uttanríkisráðharri og innanríkisráðharri í eini felags fráboðan í gjár.

Samstundis fer Frankaríki at slaka avmarkingar fyri øðrum Schengenlondum frá 15. juni.

Mørkini vórðu stongd miðskeiðis í ars fyri at avmarka útbreiðsluna av koronuvirus.

Hósdagin mælti ES-nevndin til, at londini í marknasamstarvinum Schengen eiga at slaka í avmarkingunum við at lata innaru mørkini upp frá 15. juni, eins og at ES letur uppaftur mørkini til nøkur lond á Balkan frá 1. juli.

Uttaru mørkini hjá Evropa eita stigvíst at lata upp eftir 30. juni, eru boðini frá ES-nevndini.

Jean-Yves Le Drian, uttanríkisráðharri, og Christophe Castaner, innanríkisráðharri, siga í felags fráboðanini, at upplatingin hjá Frankaríki verður gjørd saman við restini av ES.

– Upplatingin verður gjørd stigvís og fer at vera ymisk alt efitr, hvussu heilsustøðan er í hvørjum einstøkum landi ta løtuia, siga teir báðir ráðharrarnir.

Evropa hevur verið hart rakt av koronuvirusfarsóttini og næstan helmingurin av teimum, sum eru deyð í øllum heiminum av koronuvirus, eru fólk í Evropa.

Útbreiðslan er minkað í fleiri av teimum harðast raktu londunum, so sum Spania, italia og Frankaríki, sum hevur gjørt tað møguligt at slaka upp á strongu avmarkingarnar.

Schengenøkið umfatar felstu ES-londini eins og Noreg, Ísland, Føroyar, Grønland, Liktinstein og Sveis.

/ritzau/AFP