Frans pávi innlagdur við bruna í andingarleiðini

Sambært Vatikaninum skal Frans pávi vera á sjúkrahúsi í nakrar dagar. Hann hevur trupulleikar við at anda.

 

Frans pávi mátti hava hjálp fyri at koma í bilin hjá sær – vanliga nevdnur »popemobilurin« – fyrr í dag. - Foto: Alessandra Tarantino/Ritzau Scanpix  

Evsti maður í katólsku kirkjuni, Frans pávi, er í dag innlagdur á Gemelli-sjúkrahúsið í italska høvuðsstaðnum Rom.

Tað skriva Reuters og AFP.

Frans Pávi hevur bruna í andingarleiðini og skal vera á sjúkrahúsinum í nakrar dagar. Tað upplýsir Vatikanið í einum boðum.

86 ára gamli pávin hevur seinastu dagarnar gramt seg um trupulleika við at anda, upplýsir Vatikanið. 

Hann hevur tó ikki koronu, vísa royndir, sum er tiknar í dag.

Fyrr í dag upplýsti talsmaður hjá pávanum, Matteo Bruni, at pávin var á sjúkrahúsi í sambandi við ieni ætlaða heilsukanning.

Síðani upplýsti ein ónavngivin kelda úr Vatikaninum fyri AFP, at avtalu pávans í morgin vóru avlýstar. 

Men við seinnu boðunum eru útlit til, at virksemið hjá pávanum verður sett á pausu í fleiri dagar.

Frans pávi kom til sjúkrahúsið seinnapartin. Fleiri italskir miðlar skriva, at hann var førdur á Gemelli-sjúkrahúsið í sjúkrabili.

Hann tyktist annars – sambært AFP - at vera væl til passar, tá hann fyrr um dagin helt røðuna hesa vikuna á Pæturtorginum framman fyri Pæturskirkjuni í Vatikaninum í miðbýnum í Rom.

Tó snerkti hann og skuldi hava hjálp,t á hann skuldu í aftur hvíta bilin við last – vanliga kallaður » popemobilurin«.

Pávin hevur áður avlýst ætlanir vegna heilsuna. Mangan hevur talan verið um trupulleika við knænum.

Júst vegna knætrupulleikar hevur hann seinastu mánaðirnar fleiri ferðir verið sæddur í koyristóli.

 

##med2##

Í 2021 var hann innlagdur í tíggju dagar á Gemelli sjúkrahúsinum. Ikki vegna ringt knæ, men tí hann var skorin í tjúkktarminum.

Tað verður av og á gitt um heilsu pávans – og serliga, um hann kann finna upp á at taka seg aftur fyri tíð.

Undanmaður hansara, Bænadikt pávi, valdi at leggja frá sær, tá hann ikki longur helt, at heilsa hansara loyvdi honum at vera evsti maður í katólsku kirkjuni.

Tað er ikki siður at leggja frá sær sum pávi, og Bænadikt var eisini tann fyrsti pávin at leggja frá sær síðani miðøld.

Frans pávi er úr Argentina. Hann hevur verið leiðari í katólsku kirkjuni síðani 2013.

/ritzau/

 

 

 

Frans pávi mátti hava hjálp fyri at koma í bilin hjá sær – vanliga nevdnur »popemobilurin« – fyrr í dag. - Foto: Alessandra Tarantino/Ritzau Scanpix  

Pávin helt røðuna hesa vikuna fyrr í dag á Pæturtorginum í Rom. - Foto: Vincenzo Pinto/Ritzau Scanpix