Franskar matvørur ikki burturbeinast

Heldur enn at burturbeina matvørur, eiga matvøruhandlar í Fraklandi at lata matin koma fátækum til góðar.

Tá matvørurnar eru blivnar ov gamlar til at selja, skulu tær koma teimum til góðar, ið ikki hava ráð at keypa tær, sigur ein nýggj lóg í Fraklandi (Mynd: Polfoto/AFP)

Franska tjóðartingið hevur sum tað fyrsta í heiminum samtykt, at matvøruhandlar skulu fáa forboð ímóti at beina mat burtur.

Í staðin skal óseldur matur koma teimum fátæku til góðar, so tey nú kunnu fáa útivið tíggju milliónir fleiri máltíðir um árið.

Lógin fær gildið mikudagin, og eftir tað hava matvøruhandlarnir ikki longur loyvi til at burturbeina mat, áðrenn hann er farin út um "best fyri"-dagfestingina.

Heldur ikki sleppa handlarnir at oyðileggja mat fyri at forða fyri, at fólk taka sær mat úr bingjum ella frá øðrum støðum, har matur verður settur, áðrenn hann verður burturbeindur.

Matvøruhandlar, ið bróta lógina, kunnu fáa upp í 550.000 krónur í bót.