Franskir brøður døma Føroyar-Ukraina í kvøld

Tað verður eitt roynt franskt dómarapar, Karim og Raouf Gasmi, ið døma týdningarmikla EM-undankappingardystin í høllini á Hálsi klokkan 19 í kvøld

Í kvøld klokkan 19 verður størsti og týdningarmesti hondbóltslandsdysturin nakrantíð leiktur í høllini á Hálsi í Havn frammanfyri útseldari høll við 1.800 áskoðarum.

 

Tá vera Føroyar og Ukraina í harðari orrustu fyri at kunna knógva heim eitt triðja pláss í EM-undankappingarbólki 4, ið kann geva eitt pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í 2024. Vinnarin av dystinum í kvøld kemur at liggja væl fyri í tí kappingini. 

 

Tað verður eitt roynt franskt dómarapar, Karim og Raouf Gasmi sum koma at døma dystin í kvøld. Karim og Raouf Gasmi eru hartil brøður, og tað má vera ein løta síðani vit seinast sóu eitt brøðrapar døma ein altjóða dyst í høllini á Hálsi. 

 

Føroyar hava møtt Ukraina seks ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:

 

11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping

 

10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping

 

13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping

 

10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping

 

14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-26, EM-undankapping

 

12.10.22 Ukraina – Føroyar 29-25, EM-undankapping