HM
Tað gongur einki hjá Fraklandi í løtuni, og tá ið tosað verður um HM-endaspøl er støðan heldur einki serlig. Frakland vann HM á heimavølli í 1998, men síðani hevur liðið ikki vunnið ein dyst í HM-endaspæli.
Sunnukvøldið var Frakland á odda ímóti Suðurkorea, men teir kláraðu ikki at halda leiðsluna, og seint í dystinum javnaði Park fyri koreanska liðið. Thierry Henry skoraði málið hjá Fraklandi.
Frakland er undir trýsti til seinasta dystin í bólkaspælinum, sum er ímóti Togo. Tá verður franska liðið noytt at taka seg saman og vinna, um tað ætlar sær víðari í kappingini.
Liðformaðurin á franska liðnum, Zinedine Zidane, verður ikki við í hesum avgerandi dystinum. Hann fekk sítt annað gula kort í kappingini, og tað hevur við sær leikbann. Stutt fyri leiklok varð Zidane skiftur út, og spurningurin er nú, um hann nakrantíð spælir aftur á franska landsliðnum. Um Frakland ikki kemur víðari í HM-kappingini, var dysturin í gjárkvøldið helst seinasti dysturin hjá Zidane.
Helst er tíðin komin til eitt ættarliðsskiftið á franska landsliðnum, tí miðalaldurin á liðnum, sum byrjaði dystin í gjár, var 30 ár og 289 dagar.