Spæliplássið var rættiligani fult, tá ið Pravda, eitt sindur seinkað, trinu á pall. Talan er um eina duo, ið telur eitt mannfólk og eina kvinnu.
Tónleikurin verður kallaður elektropunk, og tað var ferð á frá fyrsta tóna. Tíverri hoyrdist næstan eingin bassur (botnur) at byrja við, so ljóðið var eitt sindur hvast og tunt.
Okkurt lagið var gott og okkurt annað minni gott. Millum væleydnaðu løgini vóru Enter Sandman hjá Metallica og Ace of Spades hjá Mötorhead, sum Pravda høvdu peppað eitt sindur upp. Men nógv av løgunum vóru ikki meiri enn miðalgóð og fangaðu ikki.
Sue, sum er kvinnuliga helvtin av bólkinum, var avgjørt tann meiri spennandi og áhugaverda av teimum báðum. Hun dugdi væl at spæla síni ljóðføri og at upptraðka.
Hon gjørdi ein hálvan vørr, tá ið hon mitt í framførsluni blakaði T-skjúrtuna. Undir henni hevði hon bert eitt sindur av klistribandi fyri bringuna. Sjálvur helt eg ikki, at tað var so heitt hesa náttina, men tað gjørdi hon eftir øllum at døma.
Sum heild ein fín framførsla, men ikki so ótrúliga nógv at skriva heim um, eftir mínum tykki. Nógv føroyskt var munandi betri.