Franskur kokkur á Brúnni í Skálavík

- Vit eru fegin um nýggja kokkin, sum hevur drúgvar royndir á góðum matstovum, sigur skúlaleiðarin á eftirskúlanum í Skálavík.

 

 

Eftirskúlin Brúgvin í Skálavík, sum á fyrsta skeiði skúlans hevur 23 næmingar, hevur nú franskan kokk.

Kokkurin, sum er í byrjanini av 30-árunum, er Cedric Ozzello, og hann hevur familjuna við sær í Føroyum. 

Cedric Ozzello hevur nakrar ferðir áður verið í Føroyum sum ferðamaður, og nú er hann so settur í starv á eftirskúlanum í Skálavík, har hann stórtrívist.

Nýggi kokkurin skilir bæði danskt og enskt, so málið er eingin trupulleiki.

Erika Niclasen, skúlaleiðari á Brúnni, sigur, at tey eru fegin um kokkin, sum hevur drúgvar royndir á góðum matstovum.

Fyribils búgva Cedric Ozzello og familja hansara á eftirskúlanum.

Skúlaleiðarin vísir á, at freistin at søkja á skúlan í Skálavík er hin 1. mai, og hon vónar, at nógv ung fara at søkja inn á nýggja skeiðið, sum byrjar um hálvan august.

- Her eru 23 næmingar á okkara fyrsta skeiði, og her er pláss fyri tríggjar ferðir so nógvum næmingum. Tískil nýtist ongum at halda seg aftur, sigur skúlaleiðarin, Erika Niclasen.

##med2##