Franskur ribbaldur fór um Seinin á línu í 70 metra hædd

27 ára gamli Nathan Paulin gekk á línu tvørtur um Seinen millum Eiffeltornið og Chaillot Teatre í París.

 

27 ára gamli Nathan Paulin hevði eina lítla trygdarlínu um miðjuna, tá hann leygardagin gekk yvir 670 metrar á spentari línu millum Eiffeltornið og Chaillot Teatre. - Foto: Alain Jocard/Ritzau Scanpix

Ein franskur ribbaldur er farin um Seinen í París á línu í 70 metra hædd við einum eygnarívandi bragdi, oman fyri eini stórari fólkamongd við Eiffeltornið og við áarbakkarnar.

Tann 27 ára gamli Nathan Paulin hevði eina lítla trygdarlínu um miðjuna, tá hann berføttur gekk spakuliga á einari 670 metra langar línu, sum varð spent ímillum Eiffeltornið og Chaillot Teatre.

Á túrinum steðgaði hann nakrar ferðir og setti seg niður ella legði seg niður á línum at halda stuttan steðg.

– Tað var ikki lætt at ganga yvir 600 metrar og halda konsentratiónini við øllum tí, ið er kring ein og trýstið... Men tað var sera vakurt, segði Paulin eftir framførsluna.

Hann segði, at tað hevði verið trupult hjá honum at fáa neyðugu loyvini til bragdið.

 

##med2##

Paulin, sum hevur fleiri heimsmet, framdi bragdið í París leygardagin á árliga mentanararvsdegnum, tá nógvir bygningar, sum vanliga eru stongdir, lata upp fyri almenninginum.

Tað var tann longsta línu-gongdin í einum býarøki nakrantíð, sigur leiðslan í Eiffeltorninum.

Í 1989, tá 100 ára dagurin hjá Eiffeltorninum var hildin, fór ein annar akrobatur um Seinin úr Eiffeltorninum.

Í 2019 fór Paulin ein 510 metrarar langan túr í 150 metra hædd millum tveir skýskavarar í París.

/ritzau/AFP

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

27 ára gamli Nathan Paulin hevði eina lítla trygdarlínu um miðjuna, tá hann leygardagin gekk yvir 670 metrar á spentari línu millum Eiffeltornið og Chaillot Teatre. - Foto: Alain Jocard/Ritzau Scanpix