Nú er greitt, at Frakland endurvinnur ikki EM-heitið í manshondbólti hesaferð. Í tí avgerandi dystinum ímóti Kroatia, sum endaði fyri løtu síðani, sendu kroatar fransmenn úr kappingini við einum lemjandi 29-22 sigri.
Í fyrra hálvleiki spældu fransmenn annars betur enn í hinum dystunum í kappingini, og í hálvleikinum vóru teir á odda 12-11. Teir fyrstu 12 minuttirnar í seinna hálvleiki fylgdust liðini, men so vístu kroatar, at teir eru betri enn meistararnir. Teir fóru frá fransmonnum við einum máli fyri og øðrum eftir, og ta seinastu løtuna tóktist tað, sum at tað sigursvanda franska liðið var í upploysn.
Við hesum úrslitinum hava kroatar góðar møguleikar at sleppa í hálvfinaluna. Men enn eru allar súður ikki syftar, tí vinnur Ungarn á Slovenia í tí seinasta dystinum í dag, fellur avgerðin um tað seinasta hálvfinaluplássið ikki fyrr enn í dystinum hósdagin, tá júst Kroatia og Ungarn møtast.