Fransmenn venda stjórnini bakið

Hava mist álitið á stjórnini eftir yvirgangsálopið í Nice.

Túsundtals fólk vóru í dag savnað til eina minnisløta í Nice til minnis fyri tey 84 fólkini, ið lótu lív í álopinum í síðstu viku. Harímillum var eisini Manuel Valls, franski forsætisráðharrin, ið tó mátti ásanna, at franska stjórnin ikki er vælumtókt í økinum.


Tá forsætisráðharrin var á veg avstað aftur, skar fjøldin nevniliga í háanarróp og kravdi, at stjórnin hjá Francois Hollande leggur frá sær.


Íbúgvarnir í Nice eru ikki einsamallir í síni ónøgd mótvegis fronsku stjórnini. Ein veljarakanning hjá franska blaðnum Le Figaro vísir, at einans 33 prosent av fraklendingum hava álit á, at stjórnin megnar sína uppgávu. Seinasta kanningin hjá Le Figaro, ið varð gjørd í kjalarvørrinum av álopinum í Paris í november, vísti at umleið 50 prosent høvdu álit á stjórnini. Sostatt er talan um eina afturgongd á umleið 17 prosent.


Mótstøðufólkini hjá Francois Hollande, forseta, hava eisini verið frammi eftir seinasta álopið og funnist at stjórnini, nú forsetaval verður í Fraklandi næsta ár.


Nicolas Sarkozy, fyrrverandi forseti og møguligt forsetavalevni hjá UMP, er ein teirra, ið metir at stjórnin ikki hevur gjørt nokk fyri at fyribyrgja slíkum álopum.


- Eg vil siga, tí tað er sannleikin, at alt tað, ið vit áttu at gjørt síðstu 18 mánaðirnar... ikki er gjørt, siterar Reuters fyrrverandi forsetan fyri at siga við TF1 TV.