Franskir framleiðarar, sum virka fiskavørur til egnan marknað, kenna seg rættiliga bundnar av innfluttari rávøru. Hetta vísir ein kanning, sum Ofimer hevur gjørt.
- Tað er lættari fyri tey, sum fáast við meirvirking, at útvega sær rávøruna á altjóða marknaðinum, har rávøran er atkomilig alt árið - og fyri prísir, sum tú kanst rokna við.
Ráfiskaprísirnir á franska marknaðinum eru harafturímóti ógvuliga skiftandi - viðhvørt í toppi og aðrar tíðir í botni.
Tað sigur Philippe Paquotte, ein av stjórunum í Ofimer.
Laksur, rækjur, hvítfiskur sum alaska pollok og skeljafiskur eru mest eftirspurdu rávørurnar í Fraklandi, tí hesar eru lættast fyri tey, sum meirvirka, at fáa hendur á.
Franska meirvirkisvinnan stóð í 2006 fyri 3,5 miljardum evrum.