Franz Beckenbauer á vøllinum fyri Vesturtýskland. - Foto: Sven Simon/Ritzau Scanpix

Franz Beckenbaur er deyður

Familjan hjá Franz Beckenbauers upplýsir, at 78 ára gamla fótbóltsímyndin er deyður eftir longri sjúkralegu

 

Franz Beckenbauer á vøllinum fyri Vesturtýskland. - Foto: Sven Simon/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi týski fótbóltsspælarin og venjarin Franz Beckenbauer er deyður 78 ára gamal. Tað upplýsir familjan hjá Beckenbaur í dag fyri tíðindastovuni dpa.

Fótbóltslegendan doyði í gjár eftir longri sjúkralegu.

Týskarin varp gjøgnum virknu tíð sína av fleiri mettur sum ein avheimsins bestu fótbóltsspælarum.

Beckenbauer dugdi væl at met aum og var ein fjøltáttaður fótbóltsspælari, sum byrjaði yrkisleið sína á miðvøllilnum, men fór seinni aftur í miðverjuna.

Hann var føddur í München, har hann fekk sín fótbóltsuppvøksur. Seinni var hann við til at tryggja Bayern München fýra týsk meistaraheiti frá 1968 til 1974.

Frá 1984 og nøkur ár fram var hann vesturtýskur landsliðsvenjari.

Hann hevur bæði vunni HM sum spælari í 1974 og seinni sum venjari 16 ár seinni, tá Vesturtýskland vann á Argentina í finaluni.

Eftir HM sigurin gavst hann sum landsvenjari og lat Berti Vogts plássið.

Seinni var hann eitt stutt skifti ítróttastjóri í franska Marseille, áðrenn hann vendi aftur til gamla felag sítt Bayern München sum høvuðsvenjari frá 1993 til 1994 og eitt stutt skifti í 1996.

Síðani var Franz Beckenbauer oddamaður at fáa HM til Týskalnds í 2006.

/ritzau/

 

 

 

Franz Beckenbauer á vøllinum fyri Vesturtýskland. - Foto: Sven Simon/Ritzau Scanpix