Flogbóltur
Tað var væntandi, at Frederiksberg Volley fór at fáa tað trupult í seinasta dystinum móti DHG, sum liggur á odda í kappingini. Úrslitið gjørdist eisini eitt greitt 3-0 tap, og hetta merkir so, at tað ikki eydnaðist Frederiksberg at tryggja sær atgongd til hálvfinaluna.
Føroysku genturnar halda tað sjálvandi vera spell, at tær ikki rukku hesum máli, men hinvegin halda tær, at liðið hevur ment seg sera nógv, og at tað tí ikki er nógv annað at gera at dríva á við venjingini til komandi ár.
Sum skilst, verður manningin á liðnum á leið hin sama sum í fjør, og so er bert at vóna, at framgongdin, sum tær hava sýnt í ár, stendur við. Annars senda tær tríggjar einar eina heilsu heim, og ikki minst til Atlantic Airways, sum hevur stuðlað teimum hetta kappingarárið.