Fredrikstad kann flyta upp komandi vikuskiftið

Mennirnir hjá Mikkjali Thomassen eru 11 stig frammanfyri Kongsvinger á triðja plássinum

Mynd: Fredrikstad Blad

Liðið Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad er sera nær við at flyta upp í bestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen vóru við frá byrjan, tá Fredrikstad á heimavølli vann 3-0 á Raufoss.

 

Fredrikstad er nú oddalið við 54 stigum, sjey stig frammanfyri KFUM Oslo og 11 stig frammanfyri Kongsvinger á triðja plássinum.

 

Bert 15 stig eru eftir at kappast um, og tá tvey lið flyta beinleiðis upp í bestu deildina skal Fredrikstad bert hava fimm av 15 stigum fyri at vera vísir í uppflytingini.

 

Jóannes Bjartalíð skoraði triðja málið hjá Fredrikstad í dag. Talan er um sjeynda málið hjá Jóannes hetta kappingarárið.

 

Stian Molde legði Fredrikstad á odda tá bert tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleik. Fýra minuttir seinni økti til Sondre Sørløkk til 2-0. Í 72. minutti staðfesti Jóannes sigurin hjá Fredrikstad við einum brotssparki. 

 

Rógvi Baldvinsson kom inn fyri Noah Mneney frá byrjanini av seinna hálvleiki, tá Bryne á útivølli vann 3-1 á Kongsvinger. Kongsvinger fekk tveir mans útvístar í dystinum.

 

Kongsvinger legði seg á odda tá bert 14 minuttir vóru leiktir. Beint undan steðginum javnaði Siguard Grønli til 1-1. 

 

Rógvi legði Bryne á odda tá 89 minuttir vóru farnir. Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Andeas Dybevik til 3-1. 

 

Bryne er nummar sjey í deildini við 35 stigum. Liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF er nummar átta við 34 stigum. 

 

 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad Blad