7. juli spælir Fredrikstad fyrsta dystin aftaná summarsteðgin í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Fyrr í dag spældi liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá venjingardyst móti Sandefjord á útivølli.
Tað eydnaðist tvær ferðir Fredrikstad at koma afturíaftur í dystinum, og teir javnaðu til bæði 1-1 og 2-2, men tá Sandefjord kom á odda 3-2 gekk ikki meir, og heilt móti endanum økti heimaliðið til endaliga úrslitið 4-2 til Sandefjord.
Brandur Hendriksson Olsen var á vøllinum fyri Fredrikstad seinasta hálva tíman av dystinum. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.
Leygardagin 29. juni klokkan 13 spælir Fredrikstad venjingardyst móti svenska liðnum, Elfsborg á útivølli.
7. juli møtir Fredrikstad Kristiansund í dysti á útivølli í bestu norsku fótbóltsdeildini.