Fredrikstad vann og heldur fast í oddasessinum

Føroyingauppgerðin millum Fredrikstad og Bryne endaði við einum 2-1 sigri til Fredrikstad

Í kvøld var føroyingauppgerð í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Oddaliðið, Fredrikstad, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara tók móti Bryne á heimavølli í kvøld.

 

Fredrikstad vann dystin 2-1. Jóannes Bjartalíð byrjaði inni fyri Fredrikstad og Noah Mneney byrjaði inni fyri Bryne. Noah var skiftur út eftir steðgin. Brandur H. Olsen kom á vøllin fyri Fredrikstad seinasta hálva tíman.

 

Pal Aamodt legði Bryne á odda tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Sondre Sørlokk gjørdist stóra hetjan við at skjóta bæði málini hjá Fredrikstad. Tað fyrra tá 62 minuttir vóru farnir, og tað seinna tá 68 minuttir vóru farnir.

 

Fredrikstad hevði bóltin munandi meira, og teir høvdu eisini væl fleiri málmøguleikar enn Bryne.

 

Fredrikstad eru framvegis ósigraðir aftaná 17 dystir og eru fremst við 35 stigum. Kongsvinger er næstfremst við 34 stigum. 

 

Bryne er nummar 12 í deildini við 19 stigum. 

 

Sunnudagin spælir Fredrikstad móti Oslo KFUM á útivølli. Sama dag tekur Bryne móti Hødd.