Russiski uppreistrarbólkurin, Freedom of Russia, sum stríðist fyri Ukraina, segði í morgun, at tey hava tikið seg inn í russiskt øki og hava lopið á smærri økir.
Hetta skrivar bólkurin í einari fráboðan á Telegram.
Freedom of Russia hevur sum mál at sleppa av við russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Vit vilja gera landið leyst av okkara stjórn, sentimetur fyri sentimetur, verður sagt í fráboðanini.
Uppreistrarbólkurin hevur lagt út video-brot, sum skulu vísa oyðileggingar av einum russiskum hernaðarakfari.
Útlendskir miðlar vísa á, at video-brotið er tikið upp í býnum, Tetkino, í russisku Kursk-regiónini, sum liggur upp at ukrainska markinum.
Russiskar trygdarkeldur vísa aftur, at vápnaði bólkurin Freedom of Russia í dag hevur tikið seg um markið til Russlands.
Tað er statsriknað russiska tíðindastovan, Ria, sum endurgevur russisku trygdarkeldurnar.