Bilurin hevur nú ein BMW turbodiesel motor við common rail innspræning. Eisini er bilurin heilgalvaniseraður, eins og hann hevur fingið nýggjan gearkassa.
Nógvar broytingar
At síggja til er hesin nýggjasti Freelander lítið broyttur, men tann sum fer ein royndartúr við bilinum, verður skjótt varðugur við at her eru fleiri broytingar til tað betra. Millum 40 og 70 prosent av lutunum í bilinum eru antin nýggir ella broyttir. Uttan at fara í smálutir merkist, at undirvognurin er annarleiðis og bilurin er betur at koyra við. Freelander hevur góðar koyrieginleikar á vanligum koyrivegi, og off-road eginleikarnir eru framúr góðir.
Framkomin útgerð
Freeelander hevur alt, ið hoyrir til ein off-roadara, sum til dømis ABS bremsur, ETC (Elektronic Traction Control), sum deilir kraftina til tað hjólið, ið hevur best vegtak, og HDC (Hill Descent Control), sum ger tað lættari og meira trygt at koyra í undanbrekku, eitt nú í hagan-um. Sum nakað nýtt fæst Freelander við einum framkomnum automat-gearkassa, har til ber at skifta millum ?drivemode?, ?sportmode? og til Steptronic, har man skiftir gear manuelt. Hesin gearkassin er standard útgerð til V6 motorin og fæst sum eykaútgerð til dieselmotorin.
BMW dieselmotor
Ein onnur broyting er, at nú eru tveir nýggir motorar á skránni. Annar er ein 2,5 litrar V6 við 177 hk, hin ein 2,0 litrar BMW turbodiesel motorur við common-rail innspræning og 112 hk, sum er ein væl royndur og orkusparandi motorur. Innan virkar Freelander sera tiltalandi við ljósum litum. Instrumentini eru løtt at yvirskoða, kontaktir og knøttar sita har teir skulu. Eisini á baksetrunum er gott pláss. Um baksetrið verður lagt niður, verður viðførisrúmið heilar 1320 litrar. Freelander kann draga ein 2 tons trailara.
Land Rover Freelander 2.0 TDI
Motorurin: 4 syl. 2.0 litur diesel 112 hk v/ turbo
og common rail innspræning
0-100 km/t: 13,0 sek.
Oljunýtsla: 13,2 km/l
Dekkstødd: 195/80-15
Stødd og vekt:
Longd 438,2 cm
Breidd 180,5 cm
Hædd 175,7 cm
Eginvekt 1550 kg
Totalvekt 2075 kg
Prísur: kr. 269.000,- sum vøruvognur
Søluumboð:
P/F D.B. Bilar
Jónas Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tlf. 310600