Freistin úti í gjár

Hósdagin var freistin at søkja størvini sum maskinmeistari umborð Tjaldrinum og Brimli var úti. Stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum metir, at umleið tjúgu umsóknir eru komnar inn

Seinastu dagarnar hevur Maskinmeisarafelagið havt lýsingar í Útvarpi Føroya, har felagið heitir á maskinmeistarar, sum søkja starv umborð á vaktarskipunum, um at venda sær til felagið.
Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at hetta er fyri at greiða umsøkjarunum frá støðuni hjá felagnum. Áður hevur felagið noktað limum sínum at søkja størvini, men nú verða umsøkjarar ella teir, sum ætla sær at søkja, ístaðin biðin um at venda sær til felagið.
Maskinmeistarafelagið stendur framvegis við sítt krav um, at allir teir maskinmeistararnir, sum søgdur seg úr starvi fyrr í ár, skulu hava størvini aftur. Hesum kravinum vil Fiskiveiðieftirlitið tó ikki ganga á møti.
? Hetta er talan setan av starvsfólki, og tað er ikki eitt fakfelagsmál, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum.
Hann kundi ikki siga nágreiniliga, hvussu nógvar umsóknir eru komnar inn, men hann metir, at talan er um eini tjúgu umsóknir.

Søkja umaftur
Sum Sosialurin skilir, hava allir teir maskinmeistararnir, sum fóru úr starvi tann 1. juni, søkt umaftur, men hetta hava vit ikki fingið váttað nakrastaðni.
Umsøkjararnir kunnu vænta at fáa svar einaferð í næstu viku, tá Fiskiveiðieftirlitið hevur viðgjørt umsóknirnar.
Elmar Højgaard torir ikki at siga, um Brimil leggur frá bryggju í næstu viku.
? Vit hava mannað vaktarskipini fyrr, men so hava menn setst aftur av ymsum orsøkum, sigur Elmar Højgaard. Atvoldin er sjálvsagt støðan hjá Maskinmeistarafelagnum til málið.