- Frekt at leggja myndina út

- Babba var í eini sera svárari støðu hesa løtuna og fekk ikki vart seg, tí hann visti ikki, at hendan myndin bleiv tikin. Tí haldi eg, at handan myndin gongur alt ov nær, sigur kvinna, ið heitir á føroyingar um ikki at deila myndir frá ferðsluóhappum

- Góðu tit, latið verða við at leggja myndir av ferðsluóhappum, vanlukkum og tílíkum út á Facebook. Tílíkt viðkemur ikki øllum beinanveg. Tey avvarðandi skulu fáa boðini fyrst!

Soleiðis ljóðaði áheitanin hjá Sigrið Mikkjalsdóttir til allar føroyingar, tá hon í gjár setti seg frammanfyri knappaborðið at deila ein skelkandi tilburð, ið hon var út fyri dagin áðrenn.

Talan var um tilburðin, tá ein hvirla tók ein lastbil av vegnum við Sund í illveðrinum mánadagin. Lastbilaførarin var pápi hennara og tíbetur fekk hon boð um ferðsluóhappið rættiliga skjótt, tí stutt eftir óhappið byrjaði ein mynd av ferðast á Facebook av lastbilinum, ið stóð við síðuna av vegnum.

Tíbetur hevði hon fingið at vita um óhappið, áðrenn ein vinur sendi henni myndina á Facebook, og spurdi hvat var á vási.

- Mamma hevði ringt til mín, áðrenn eg sá myndina. So tá eg fyrst sá myndina, hugsaði eg ikki so nógv um tað, annað enn at tað var eitt undur, at pápi var komin næstan óskaddur frá hesum, greiðir Sigrið Mikkjalsdóttir frá, tá Miðlahúsið tosaði við hana í morgun.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/post.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fjmsigrid%2Fposts%2F10218018673756048&amp;width=500" width="500" height="314" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allow="encrypted-media"></iframe>
Dagføringin hjá Sigrið Mikkjalsdóttir

Men aftaná at hava sovið upp á hendingina eina nátt og hugsa um málið, valdi hon at leggja dagføringina út á Facebook. Tí, sum hon sjálv sigur, kundi viðkomandi ikki vita hvat støðan var hjá pápanum.

- Eftir einari løtu gekk tað upp fyri mær hvussu frekt tað er, at leggja hesa myndina út á Facebook. Tí tann sum tók myndina visti ikki, um babba bara hevði fingið onkrar smávegis snuddir ella um talan var um eitt vanlukkustað, sigur hon og leggur afturat.

- Tá hugsaði eg hvussu frekt tað var, at hann hevði lagt hesa myndina út. Babba var í eini sera svárari støðu hesa løtuna og fekk ikki vart seg, tí hann visti ikki, at hendan myndin bleiv tikin. Tí haldi eg, at handan myndin gongur alt ov nær.

Dagføringin tykist at hava rakt eitt ella annað í føroyska fólkasálini, tí yvir 600 fólk hava í skrivandi løtu deilt dagføringina á Facebook. Og Sigrið Mikkjalsdóttir fegnast um, at so mong taka undir við boðskapinum.

- Eg eri bilsin av reaktiónini. Tá eg skrivaði dagføringina væntaði eg nøkur fá fóru at lesa hana, og kanska eini tíggju fólk fóru at deila tað. Men tað tykist, at nógv fólk taka undir við hesum, so eg vænti aldrin at síggja eina slíka mynd aftur á Facebook, nú øll eru so samd, sigur hon.