Frelsunar Herurin keypt enn eitt hús til búfelagsskap

Heimið er beint omanfyri Herbergið

Frelsunar Herurin  hevur keypt húsini omanfyri Herbergið á Dalavegi 1 í Tórshavn. Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum og á Frælsinum sigur, at ætlanin er, at húsið, sum rúmar sjey fólkum skal vera búfelagsskapur. 

 

 

– Hetta verur eitt sokallað annað trin, tí vit ætla at býta búfólkið sundur, soleiðis at tey, sum eru verri fyri framhaldandi búgva á Herberginum, og tey, ið eru betri fyri búgva í nýggja húsinum, sum vit fara at kalla Heimið, sigur Martin Kúrberg.

 

 

– Herbergið rúmar 11 fólkum, og soleiðis verður meir pláss á Herberginum fyri teimum, sum eru verri fyri, staðfestir hann og leggur afturat, at ætlanin eisini er, at bæði Herbergið og Heimið brúka tey tilboðini, sum nú eru í Herberginum. Hetta eru tilboð so sum hitastova, dagsentur, fótarøkt, sosialráðgevi, samfelagstænasta gjøgnum avtalu við kriminalforsorgina og annað.

 

 

Hann fegnast um keypið, og greiðir víðari frá, at tørvurin á bústaði sum hesum er víðfevndur, og ein stórur bólkur av fólki vitjar Herbergið hvønn tann einasta dag.

 

 

– Tað eru fleiri sum ringja við fyrispurningi, og við nýggja heiminum fáa vit havt tingini meir atskild. Vit vilja skapa pláss fyri teimum, sum eru illa fyri í Føroyum av ymiskum orsøkum.  Summi eru einsamøll, onnur eru misnýtarar og uppaftur onnur eru sálarliga illa fyri, sigur Martin Kúrberg.

 

 

Frelsunar Herurin yvirtekur Heimið 1. februar, og tá fera umbyggingar og tillagingar í gongd. Martin Kúrberg veit ikki við vissu, nær tað verður klárt hjá búfólki at flyta í nýggja heimið.

 

 

Búfólkið á Heiminum fara, sum búfólkið á Herberginum, at rinda fyri seg, so Heimið fer at hvíla í sær sjálvum, greiðir hann frá.