Leygardagin 23. oktober verða 75 ár síðani, at Frelsunarherurin byrjaði virksemi sítt í Føroyum. Sum vera man, so verður ymiskt gjørt til tess at hátíðarhalda stóra dagin.
Týsdagin lat upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og heldur henda framsýning fram til og við leygardagin. Á framsýningi er mangt forvitnisligt at síggja. Myndir er settar upp, og lýsa hesar søguna hjá Frelsunarherinum í Føroyum. Mong eru ivaleyst tey, sum munnu kenna fleiri av vinfólkum sínum aftur á teimum myndum, sum eru settar upp.
Gjáramorgunin vóru vit báðir, myndamaðurin, staddir í smiðjuni, har vit umframt at líta á sjálva framsýningina fingu okkum eitt prát við Inger Hansen, sum er ein av fyrireikarunum til hesa framsýning.
Ymsir lutir er eisini at síggja, og Inger greiddi okkum hugagóð frá hesum, og nógv forvitnisligt var, sum hon visti at siga. M.a. annað er eitt horn, sum er framleitt á nú niðurløgdu verksmiðjuni hjá Frelsunarherinum í Onglandi, hondskrivað nótabók, sum Hákun Dahlstrøm hevur gjørt fyri bert at nevna nøkur. Eisini ligja frammi tvær sera forvitnisligar mappur, sum norska Hedvig Sønsterlid hevur latið Frelsunarherinum í sambandi við hátíðarhaldið. Her hevur hon savnað saman myndir og útklipp av ymsum slag, sum geva eina nærum søguliga lýsing av virksemi Frelsunarhersins í Føroyum.
Møtir
Umframt sjálva framsýningina, verða fleiri møti hildin í hølunum í Tórsgøtu, og verður tað fyrsta av hesum hildið í kvøld kl. 20.00. Sjálvt hátíðarhaldið verður so hildið fríggja- og sunnudagin, og hevur Frelsunarherurin í hesum sambandi fingið vitjan av norsku hjúnunum, Inger og Einar Høyland, sum verða høvuðstalarar. Fríggjadagin verður hátíðarmøti, har umboð fyri ymsu samkomurnar í landinum eisini fara at siga nøkur orð
Ikki bara møti á ólavsøku
Sum nevnt byrjaði virksemið her í landinum fyri 75 árum síðani, men frammanundan hevði frelsunarherurin verið virkin aðrastaðni í yvir 50 ár. William Booth stovnaði samkomuna í Onglandi, og síðani hevur hon spjatt seg um allan heimin. Tá so nakrar limir í donsku deildini komu til Føroya í 1924, var ikki annað enn sjálvsagt, at hesir fóru undir at seta á stovn eina føroyska deild.
Felsunarherurin hevur, sum navnið eisini ber boð um, sum aðalmál at frelsa fólk. Møtir og onnur líknandi tiltøk verða hildin alt árið, men fyri flestu uttanfyristandandi munnu útifundirnir á ólavsøku vera teir, sum standa fremst í huganum, tá prátið fellur á samkomuna.
Talan er tó eisini um nógv onnur tiltøk, sum Frelsunarherurin skipar fyri. Sunnudagsskúlin teirra hevur verið virkin í nógv ár, og mong munnu tey vera, sum á yngru árum hava verið niðri í Tórsgøtu hvønn sunnudag.
Skótalið teirra er eisini sera virkið, og skipað hesi, saman við skótaráð Føroya, fyri árligu skótahjálpini, har innsavnaði penignurin verður latin til vælgerandi endamál.
Eisini hevur samkoman eina sonevnda kvinnuforeining, sum m.a. hevur til endamáls at veita samkomuni fíggjarligan stuðul. Hetta verður gjørt við at skipa fyri ymsum tiltøkum, og best kenda av hesum man vera árligi basarurin, ella árssølan, sum tey nevna tað.
Herbergið
Fyri fáum árum síðani opnaði Frelsunarherurin eitt herberg, sum varð ætlað at hjálpa teimum, sum onga aðra staðni høvdu at fara. Fleiri eru ivaleyst tey, sum halda, at í einum vælferðarsamfelag sum tí føroyska, átti ikki at verið neyðugt við einum slíkum, við tað at lóggávan helst átti at verið soleiðis skipað, at hon tryggjaði øllum eina sømuliga tilveru. Vit vilja helst ikki kennast við, at slík neyð kann valda í okkara landi, men Inger sigur okkum, at tað so avgjørt er tørvur á einum slíkum stað í Havnini.
8 fastbúgvandi fólk eru á herberginum, og harumframt støkka fleiri onnur inn á gólvið so at siga hvørt kvøld. Har fáa tey so ein bita at eta, og nøkur teirra vilja møguliga vaska sær og fáa rein klæði á kroppin. Sjálvsagt ber eisini til hjá teimum at sova har um náttina, og Inger greiður frá, at tað er fleiri ferðir komið fyri, at tey hava verið noydd at leggja madrassur á gólvið, við tað, at ov fá seingjarpláss hava verið.
Hetta má avgjørt metast at vera ein stór samfelagslið byrða, sum Frelsunarherurin á henda hátt tekur á seg. Um landsins myndugleikar áttu at gjørt meira við henda trupulleika, skal eg lata vera ósagt, men í øllum førum ber hetta boð um, at hóast vit gjarna vilja verða uppfatað sum eitt vælferðarsamfelag, so eru tað ikki øll okkara, sum hava tað eins gott og trygt.
Eg skal enda greinina við at ynskja Frelsunarherinum tillukku við teimum 75 árunum her á landi, eins og teimum verður ynskt góðan byrð framyvir.