Frelsunarherurin ger ein mun

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, var millum teirra, sum helt røðu á 85 ára haldinum hjá Frelsunarherinum um vikuskiftið. Starvsfólk og búfólk á Herberginum hava lært hann nógv, segði løgmaður

FØÐINGARDAGUR

Eitt av ógvuliga sjónligu trúarsamfeløgunum í landinum, Frelsunarherurin, fylti um vikuskiftið 85 ár. Talan er um Frelsunarherin, sum við sínum føgru búnum er ein altíð sjónlig mynd í býarlívinum í Havn.
Í sambandi við hátíðarhaldið var eisini løgmaður, Kaj Leo Johannesen, boðin at taka lut í føðingardegnum.
- Frelsunarherurin er vónarinnar umboð. Í orð og gerð hevur Frelsunarherurin gjøgnum meiri enn 140 ár hjálpt óteljandi menniskjum og givið teimum vón og trúgv upp á framtíðina, segði Kaj Le Johannesen.
Í røðu síni nam løgmaður við stovnararnar, William og Cathrine Booth, sum í 1867 setti tann nú altjóða felagsskapin á stovn, tá tey byrjaðu at arbeiða og hjálpa heimleysum og alkoholikarum í slumgøtunum í London.
- Frelsunarherurin vaks skjótt og gjørdist ein altjóða felagsskapur. Eisini í Føroyum tók rørslan seg upp, og 23. oktober 1924 varð Frelsunarherurin í Havn stovnaður – fyri 85 árum síðani, segði løgmaður.

Barnaminnir
Kaj Leo Johannesen kom eisini inn á síni egnu, persónligu minnir frá sínum barnaárum í Havnar gøtum.
- Eg havi nógv góð minir frá mínum barndómi frá arbeiðinum hjá Frelsunarherinum. Eg minnist væl, at filmur varð vístur í hølunum í Tórsgøtu fyrst í 70-árunum. Tað var hæddarpunktið í vikuni. Eisini útimøtini minnist eg týðiliga, men tað var uttan iva skrúðgongan frá Tórsgøtu oman á Vaglið, ið hugtók meg mest. Búnar, flagg, trummur og blásiljóðføri vóru ein hugtakandi blanding, segði Kaj Leo Johannesen.
Eitt av serliga nógv virdu tiltøkunum, sum Frelsunarherurin hevur arbeitt við seinastu 11 árini, er arbeiðið at hjálpa teimum heimleysu.
- Síðani 1998 hevur Frelsunarherurin arbeitt við heimleysum í Havn, og tað er eitt arbeiði, ið eg havi stóra virðing fyri. Eg havi vitjað Herbergið og tosað við starvsfólk og brúkarar, og havi lært nógv av teirra royndum, segði løgmaður.
Hann kom eisini inn á samstarvið millum tað almenna og sjálvbodnar felagsskapir.
- Tørvurin er stórur á økinum, og vit skulu vera takksom fyri, at Frelsunarherurin ger ein mun. Landsstýrið hevur gjøgnum fleiri ár stuðlað arbeiðinum fíggjarliga, og hetta hevur verið ein góð íløga í vónarinnar tænastu. Hetta er eisini eitt gott dømi um, at almennir myndugleikar og sjálvbodnir felagsskapir kunnu arbeiða saman og gera ein mun í lívinum hjá ymiskum menniskjum, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður í røðu síni á 85-ára hátíðarhaldinum hjá Frelsunarherinum í Havn.