Frem fekk javnt

1. deildarliðið Frem fekk í gjár javnleik í dystinum á útivølli ímóti Næstved. Einasti føroyski spælarin í hópinum hjá Frem var Gunnar Nielsen, sum er eykamálmaður. Hann sæt á beinkinum allar 90 minuttirnar. Frem kom á odda eftir eitt korter við brotssparki, sum Wassim El Banna setti í málið. Næstved javnaði, og tað gjørdu teir eisini, eftir at Henrik Madsen hevði lagt Frem fram um 2-1. 1877 áskoðarar vóru til dystin, sum endaði við javnleiki 2-2.