Frem spældi javnt

Frem spældi í gjár seinasta venjingardystin undan steypadystinum sunnudagin ímóti Randers FC. Dysturin var ímóti FC Roskilde, o g úrslitið var javnleikur 1-1. Jónas Tór Næss byrjaði dystin sum høgri bakkur, men 35 minuttir fyri tíð skifti venjari alt liðið út. Tá kom Atli Gregersen á vøllin. Málmaðurin Gunnar Nielsen, sum hevur skaða at dragast við, var ikki við í dystinum