Lagið var gott á Atla Danielsen og liðfeløgunum í Frem, tá ið teir í gjárkvøldið komu aftur í Valby í Keypmannahavn. Frem spældi tíðliga seinnapartin í Thisted, og Frem sigraði 2-0. Hetta var fyrsta ferðin í hálvt annað ár, at tað eydnaðist Frem at fáa fulla úrtøku í Jyllandi. Lítið bendi leingi á, at Frem skuldi fáa fulla úrtøku. Talan var um málleysan javnleik, inntil tað restaðu fimm minuttir, og heimaliðið hevði havt teir størstu møguleikarnar. Fimm minuttir fyri leiklok skoraði Frem, og í yvirtíðini øktu teir til 2-0. Stutt eftir fyrra málið hevði Atli Danielsen ein góðan møguleika, men bólturin streyk skeivu megin stólpan.