Danska 1. deildarfelagið Frem hevur fingið strúkandi byrjan upp á kappingina í ár. Liðið, sum í vetur misti nógvar spælarar, spældi í gjárkvøldið næsta dystin í ár, og aftur hesaferð vann felagið, har tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum. Jónas Tór Næss hevur fast pláss á liðnum, og hann var við allan dystin ímóti Skjold í gjárkvøldið. Frem vann dystin 2-0. Atli Gregersen og Gunnar Nielsen vóru ikki við í dystinum.