Einki ber til hjá Fremad Amager í løtuni. Liðið hjá Andrew av Fløtum er farið at nærkast botninum í donsku 1. deild eftir enn eitt tap um vikuskiftið. Fremad Amager spældi sunnudagin á útivølli ímóti Thisted, sum vann dystin 3-1. Thisted legði seg fram um 3-0, áðrenn liðið av Amager kláraði at svara aftur við einum máli. Seint í dystinum fekk Fremad Amager ein spælarar útvístan. Andrew av Fløtum, sum stríðist við skaða, var ikki við í dystinum.