Felagið, sum spælir í donsku 1. deild í fótbólti, innkallaði í gjár til eykaaðalfund.
Hesin verður 15. mars, og á dagsskrá stendur í fyrsta lagi kapitallækking og í øðrum lagi kapitalhækking.
Sosialurin skrivar, at tað er sera sannlíkt, at tað er Todi Jónsson ið saman við øðrum íleggjarum skal keypa felagið.
Todi hevur enn ikki funnið sær nýtt felag, men sjálvur hevur hann fleiri ferðir staðfest, at hann ætlar sær at halda fram í einum 1. deildarfelagi í danska høvuðsstaðarøkinum.
Hartil hevur stjórin í felagnum áður sagt, at talan helst veðrur um nýggjar íleggjarar, og at felagið - tá hetta er greitt - eisini fer at almannakunngera tilgongdina av einum nýggjum spælara. Danska transfer-vindeygað er nú stongt, og tí er avmarkað, hvørjir spælarar kunnu knýtast at felagnum. Treytin fyri hesum er nevnliga, at spælarin ikki er sáttmálabundin aðrastaðni. Ein treyt, sum Todi lýkur.