Janus Hansen, lívfrøðingur
Myndugleikin metir ikki vandan vera stóran
Í útvarpinum á morgni 2. august hoyrdu vit Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy greiða frá innfluttum djóra- og plantusløgum, og hann nevndi, hvussu skaðilig avleiðingin av teimum kundi vera. Seinni á degnum endurgav ein útvarpskvinna eina samrøðu við avvarðandi myndugleika, landsdjóralæknan Bjørn Harlou, um hetta sama mál. Hann var ikki samdur í døpru spádómunum, tí hann metti, at fremmand sløg høvdu ring lívskor her.
Tað er syndarligt at hoyra útsagnir, sum eru so út av lagi skeivar, í einum almennum fjølmiðli, men heilt átaluvert verður tað, tá ið tað er avvarðandi almenni myndugleikin, sum kemur við teimum.
Um Bjørn Harlou hevði givið sær far um støðuna, hevði hann varnast, at hon longu nú er avbæra ring. Tað krevst als eingin serfrøði til at síggja tað. Vit vita øll, at reyðmaðkar hvørva kring landið orsakað av, at stóri flatmaðkurin, ið er innsløddur, ger seg inn á teir. Nógvastaðni hava fólk stórar trupulleikar av morsniglinum, ið eisini er innsløddur. Síðan rottan varð innslødd til Føroya, hevur hon verið orsøk til, at fleiri milliónir av pisum ikki eru komnar undan. Hetta eru trý dømi av fleiri enn hundrað.
Fremmand sløg klára seg væl
Tað er einki nýtt í, at flestu fremmandu djóra- og plantusløgini, sum sløðast inn, hava ring lívskor á nýggja staðnum, men samstundis eru tað nøkur, sum hava góð lívskor. Nógv spælir inn her. Fyri tað fyrsta, so finnur fremmanda slagið ofta lívd hjá okkum menniskjum, inntil stovnurin hevur ment seg so mikið, at slagið kann spjaða seg út í náttúruna. Ein annar fyrimunur fyri fremmanda slagið er, at náttúran á oyggjum ikki er tillagað at standa ímóti fremmandum sløgum og tí er meira viðbrekin.
Ein tummilsregla sigur, at eitt av 10 innsløddum djóra- og plantusløgum megnar at liva á nýggja staðnum, og at eitt av 10 sløgum, sum megna at liva, kemur so mikið væl fyri seg, at tað er til skaða fyri náttúruna á staðnum. Sostatt kunnu vit siga, at fyri hvørt skaðaelvandi fremmant slag eru 100 onnur innslødd. Tá vit síðstu árini hava sæð fleiri nýggj fremmand sløg, sum eru til skaða, so kunnu vit rokna við, at fleiri hundrað ella fleiri túsund sløg eru komin til landið hetta tíðarskeiðið.
Um Bjørn Harlou hevði hugt at, hvaðan hesi fremmandu djóra- og plantusløg koma, so hevði hann varnast, at tað eru sløg úr øllum heiminum. Tak eitt nú sløgini, sum eg nevndi frammanundan: stóri flatmaðkurin er úr Ný Sælandi, rottan úr Kina og morsnigilin úr Spania. Og vit kunnu halda áfram: húsvættið brúna úr Norðuramerika, silvurfiskur úr Miðeystri, músin úr Afrika, avstralsk tjóvaklukka úr Avstralia o.s.fr.
Løgtingið ásannar trupulleikan
Løgtingið hevur ásannað trupulleikan og hevur góðtikið fleiri altjóða sáttmálar, sum áleggja okkum at fyribyrgja, at nýggj sløg sløðast inn. Í einum sáttmála, sum løgtingið hevur góðtikið, stendur, at vit skulu: ... prevent the introduction of, control or eradicate those alien species which threaten ecosystems, habitats or species.
Á føroyskum (egin týðing): ... fyribyrgja innflutningi av, fáa tamarhald á ella oyða tey fremmandu sløgini, sum hótta vistskipanir, búøki ella sløg.
Eitt stig á leiðini er kunngerðin um innflutning av eksotiskum dýrum: Ikki er loyvt at innflyta eksotisk dýr til Føroya. Helst sipar henda kunngerðin til tilvitaðan og ótilvitaðan innflutning við fólki, men mær vitandi verður einans havd umsjón við tilvitaðum flutningi, har fólk sjálvi spyrja um loyvi. Tó, tað má sigast vera høpisleyst, at lógir og kunngerðir verða gjørdar, sum tryggja, at djóra- og plantusløg ikki verða innflutt við vilja, samstundis sum einki verður gjørt fyri at tryggja, at hesi somu sløg ikki tilvildarliga koma við farmi og ferðafólki.
Avleiðingarnar sera kostnaðarmiklar
Tað er ikki til at siga frammanundan, men trupulleikin, sum kann standast av hvørjum einstakum fremmandum slagi, kann vera sera stórur. Í USA varð ein røð av innslødddum sløgum kannað, og tað vísti seg, at hesi sløg kostaðu samfelagnum yvir 700 milliardir krónur um árið.
Kostnaðurin kann finnast allastaðni í samfelagnum. Í Týsklandi hevur tað verið víst á, at ein innslødd planta er orsøk til, at ein lítil partur av fólkinum fær astma ella hoyfepur. Hesin lítli parturin kostar týska samfelagnum úti við 100 milliónir krónur um árið.
Hóast vit ikki duga at síggja eina beinleiðis avleiðing av einum innsløddum slagi, so er tað als eingin orsøk til at halda, at als eingin avleiðing er.
Tað tykist, sum um landsstýrið metir, at peningaligi kostnaðurin umframt menniskjaliga og samfelagsliga byrðan er lættari at bera enn kostnaðurin av fyribyrging og oyðing av innsløddum djóra- og plantusløgum. Sjálvsagt er tað ikki so.
Global Invasive Species Programme (GISP), er tann størsta altjóða verkætlanin, sum snýr seg um innslødd sløg. GISP vísir á, at Prevention of introductions is the [...] most cost-effective option. This lesson has been learned the hard way from several cases of highly destructive and costly invasive organisms. Her verður sagt, at ein dýrt vunnin lærdómur er, at tað loysir seg best peningaliga at fyribyrgja innsløðing av fremmandum sløgum.
Myndugleikin má ásanna trupulleikan
Tíverri kann staðfestast, at lítið og einki verður gjørt fyri at forða fremmandum djóra- og plantusløgum í at koma til landið, og einki verður gjørt fyri at forða teimum í at koma fyri seg og breiða seg.
Áheitanin til Føroya landsstýri og landsdjóralæknan má fyrst og fremst vera um at taka trupulleikan í álvara. Harnæst er neyðugt at fáa sær eitt yvirlit yvir, hvussu stórur trupulleikin er og kunna um hetta og kunna um vandan. Síðani er neyðugt at kanna bæði fólk og farm, sum koma til landið hetta kann gerast við at økja um virksemið hjá tolleftirlitinum.