Royndir við nýggjum neytaslagi verða gjørdar í Koltri. Sekstan Scottish Highland neyt komu við Norrønu mánamorgunin og ganga nú í bønum í Koltri.
Tað er Bjørn Patursson, bóndi í Koltri, sum hevur keypt 14 kvígur og tveir tarvar úr Varde i Danmark. Ætlanin er at royna at fáa hetta neytaslagið nørt í Føroyum, soleiðis, at aðrir bøndur í landinum eisini kunnu fáa burturav.
Neytaslagið Scottish Highland er sera harðbalið, og tí væl egnað at ganga úti í Føroyum alt árið. Og júst hetta er ein fyritreyt fyri at hava neyt í Koltri, sigur Bjørn Patursson.
Í Koltri ber ikki til at hava mjólkineyt, tí eingin kvota er.
Av tí sama eru eingi fjós í Koltri løtuni, so ikki ber til at hava neytini standandi inni, sum vanligt annars er. Og ein slík íløga hevði verið so mikið kostnaðarmikil, at ikki varð hildið ráðiligt at fara undir hana, sigur Bjørn Patursson.
Sostatt ber heldur ikki til at hugsa um at hava sláturneyt av vanligum slagi.
Í staðin varð so valt at royna hesi neytini og so heldur gera einar tveir skúrar, ella meira at kalla takt ból, sum tey kunnu fara í, um veðrið verður alt ov ófantaligt.
Aðrir fyrimunir við hesum neytaslagnum er, at tað er sera lítið krevjandi, tá hugsað verður um fóður.
Tey klára seg við lyngi, um tað skal vera. So væl átti at borið til at havt tey í Føroyum.
Smátt er slagið eisini, og tí heldur ikki so krevjandi í nøgd. So tað, sum annars fæst av vetrarfóðri í Koltri, átti at klárað tað, sum møguliga skuldi mangla í.
Annars fara neytini at ganga á gamla neytabitinum í Koltri, sum er 80 hektarar.
Bjørn Patursson sigur, at hann ætlar at brúka neytini sum alineyt og so selja kvígukálvarnar og teir tarvar, sum nýtiligir eru til aling. Restin verður selt sum sláturneyt.
Men tað fer at ganga rúm tíð enn, áðrenn rættilig ferð kemur á.
Bjørn Patursson væntar, at tað fara at ganga minst trý ár, áðrenn full úrtøka fæst úr stovninum.
Hetta slagið búnast seint, og vanligt er ikki, at tær kálva, fyrr enn tær eru trævetur. Aftur fyri kunnu tær væl kálva, til tær eru 20 ára gamlar.
Av hesum 14 kvígunum, sum nú er komnar út í Koltur, er ein kvigin og kálvar væntandi í summar.
Tær eru ungar, sum koma nú. Knappliga eitt til umleið trý ára gamlar.
Bjørn Patursson, bóndi í Koltri, hevur arbeitt við hesi ætlanini í eini tvey ár. Sjálv umsóknin um innflutningsloyvi er reiðiliga ársgomul.
Bæði landsdjóralæknin og donsku veterinermyndugleikarnir hava verið við í ætlanini, so tann síðan er í lagi.
Og júst á eini avbyrgdari oyggj sum Koltri, eru neytini natúrliga í karantenu.
Bjørn Patursson væntar at byggja ein heilt nýggjan stovn upp av hesum neytunum.
»Vit eru so avbyrgd, at smittur finnast at kalla ikki, og tað kann saktans koma okkum til góðar seinni. So ómøguligt er ikki, at vit um nøkur ár kunnu flyta út aftur av stovninum.«
Tað var á eini djórasýning í Danmark fyri einum tveimum árum síðan, at Bjørn Patursson fekk samband við danska bóndan úr Varde, sum hann nú hevur keypt neytini frá.
Bjørn Patursson sigur, at hetta samband heldur fram, og at danin hevur verið góður í ráðum og framvegis fer at ráðgeva um, hvussu farast skal við hesum kríatúrunum.
Eisini í heimlandi neytanna, Skotlandi, eru menn áhugaðir í hesi royndini.
Sum navnið sigur, eru hetta fjallaneyt úr skotska Hálandinum. Tey hava eisini við góðum úrsliti verið roynd á oyggjunum norðanfyri. Men hetta er so fyrstu ferð, tey eru so norðalaga sum í Føroyum.
Sum so mangastaðni er eisini felag fyri bøndur, sum hava hetta neytaslagið. Og koltursbóndin, Bjørn Patursson, er sum fyrsti føroyingur vorðin limur í Scottish Highland Club.
Tað kostar sjálvandi eisini pengar at fara undir slíka roynd. Hvussu nógv, vil Bjørn Patursson ikki upplýsa.
Hann sigur, at hann hevur fingið lán frá Jarðaráðnum til fíggingina. Men beinleiðis stuðul er eingin.