Fremmandir bátar skulu nú eisini fáa flutningsstuðul

Undir várróðrinum er vanligt at fremmandir bátar rógva út á øðrum plássum, men hesir hava ikki fingið stuðul at flyta veiðina til nærmasta fiskakeypara. Nú skal hesin ójavni broytast

Landsstýrismaðurin Anfinn Kallsberg hevur lagt uppskot fyri tingið um broytingar í løgtingslógini um stuðul til flutning av fiski.

Uppskotsstillarin sigur, at ætlanin við uppskotinum er at javnstilla fiskifør, sum leggja fisk upp í bygdum, har eingin fiskakeypari er.

Í galdandi lóg stendur, at »hetta er bert galdandi fyri bátar, ið eru heimahoyrandi á omanfyri nevndu plássum«, men hesa orðing vil uppskotsstillarin hava strikaða.


184.000 kr.

Fremmandir bátar sum t.d. rógva út frá Eiði, Funningsfirði, Hvannasundi og aðrastaðni við, hava ikki fingið stuðul at flyta veiðina til nærmasta fiskakeypara, meðan bátar á staðnum hava fingið tað, men hetta skal sum nevnt broytast, verður uppskotið samtykt.

Metti kostnaðurin av broytingini er ikki endaligur enn, men fyri fíggjarárið 1997 eru útgoldnar 184.000 krónur at flyta fisk til nærmasta fiskakeypara.

Landsstýrismaðurin metir, at broytingin fer at gera skipanina við stuðli til flutning av fiski nakað dýrari, men ilt er at siga, hvussu nógv við tað at flestu bátarnir heldur flyta veiðuna til gólvuppboðssøluna, framvið nærmasta fiskakeypara, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

? Tað kundi tí hent, at dýrkanin av skipanini ikki verður tann stóra, sigur Anfinn Kallsberg.


Frá uppboðssølu

Og víðari sigur hann, at viðmerkjast skal, at fyri fíggjarárið 1997 eru sambært somu lóg útgoldnar uml. 1,4 mió. kr. til at flyta fisk frá uppboðssølu til virkingar á økjum, har firðir og sund skilja, men allur flutningsstuðulin er ikki uppgjørdur enn, og endaliga talið verður tí nakað hægri.

Fiskivinnustarvsnevnd-

in viðgjørdi málið í februar í ár, og tekur undir við uppskotinum, verður sagt í viðmerkingunum.