Vágur verður av mongum mett sum fremsta nýggjársbygd í Føroyum, og hevur Vágur síðani sekstiárini gingið á odda, og havt skipað nýggjárshald, veitslu og ikki minst kyndlagongu og stórsligið fýrverk.
Í ár verður nýggjársdansurin mentur, so at talan verður um stórdans og størsta nýggjársdansin nakrantíð í Vági, siga fyrireikararnir.
Umframt All That Rain og Hans Jacob & Vinmenn, so fara Danny & The Veetos eisini á pall í Vágs Høll á nýggjárinum í Vági.
Fylgjast kann við nýggjárshaldinum í Vági á heimasíðuni www.nyggjar.com og eisini á Facebook “Nýggjárshaldið í Vági“