Í dag fyllir sjónleikarin Olaf Johannessen 60 ár.
Olaf Johannessen hevur búð og virkað í Danmark, men hann hevur eisini spælt sjónleik í Føroyum av og á.
Olaf Johannessen er sonur kenda leikstjóran Eyðun Johannessen og danska sjónleikaran Tove Jacobsen. Olaf tók útbúgving sum sjónleikari á Odense Teater í 1986. Hann hevur starvast á Aarhus Teater og á Det Kongelige Teater. Seinnu árini hevur hann verið fríyrkissjónleikari og hevur havt nógvar stórar leiklutir í donskum leikhúsum.
Olaf Johannessen hevur vunnið fleiri danskar heiðurslønir – eitt nú Reumert og Robert – og hann verður roknaður sum ein av bestu pallsjónleikarum í Danmark. Olaf hevur eisini havt leiklutir á filmi og í sjónvarpi, og hann er ein av leikarunum í føroysku sjónvarpsrøðini Trom, sum skal sýnast næsta ár.