Frenkie de Jong verður ikki við til EM-endaspælið

Niðurlond mugu undan EM-endaspælinum staðfesta stóran miss

Mánakvøldið vunnu Niðurlond 4-0 (1-0) á Íslandi í Rotterdam, ið var ein góð upptakt til EM-endaspælið í Týsklandi, har niðurlendingar eru í innleiðandi EM-bólki saman við Pólandi, Fraklandi og Eysturríki.

 

Men har vóru eisini keðilig tíðindi at frætti. Miðvallarin hjá FC Barcelona, Frenkie De Jong má geva avboð til niðurlendska EM-hópin vegna skaða.

 

Frenkie De Jong hevur ikki spælt dyst við FC Barcelona síðani apríl, og í niðurlendska hópinum var vónað, at hann fór at vera klárur til EM-endaspælið, men soleiðis bleiv tað ikki.

 

Á Instragam skrivar Frenkie De Jong: - Eg eri harmur og vónbrotin um, at eg ikki kann vera við til EM-endaspælið. Vit hava roynt alt tað vit megna farnu vikurnar, men fótliðið hjá mær tørvar meira tíð. Tað er ein dreymur og ein stór æra at umboða sítt land til eitt endaspæl. Skrivar Frenkie De Jong. 

 

Frenkie De Jong hevur spælt 54 landsdystir, og hann hevur skotið tvey mál fyri Niðurlond.