Freydis Poulsen 70 ár

2. hvítusunnudag, mánadagin 5. juni ella grundlógardag, verður Freydis Poulsen í Klaksvík 70 ár.

Freydis hevur starvast í mong ár innan skúlagátt, og serliga tey seinnu árini hevur hon skrivað rættuliga nógv um fólk og ættsøgu og siðsøguligt tilfar.

Freydis er ættað úr Klaksvík, og hon býr á Gerðareiði, har foreldur hennara bygdu, og har Freydis og systkini vuksu upp. Mamman var Johanna (1911-2000) fødd Andreasen og ættað úr Tarti í Oyndarfirði. Pápin var Martin Poulsen (1907-1995), lærari, og ættaður úr Svínáum. Tey búsettust í Klaksvík í 1934, og tey fingu átta børn: Bernhard (1933-1933), Hans (1934), Freydis (1936), Mathilda (1938), Gigga (1939-1998), Jonhild (1942), Lydia (1947) og Odmar (1952-1992). Hans býr á Skála, Freydis og Mathilda búgva í Klaksvík, Gigga búði í Saltangará, Jonhild býr niðri, Lydia býr í Havnini, og Odmar búði í Klaksvík.


Eftir realprógvið í 1952 stóð Freydis í trý ár í klædnabúðini hjá Kjølbro á Biskupsstøð, síðani var hon í Danmark í eitt ár og í Íslandi í meiri enn hálvt annað ár. Nøkur skifti á sumri síðst í fimmti árunum var hon á hotellinum í Klaksvík.


Freydis lærdi ongantíð til lærara, men frá á nýggjárinum í 1960 arbeiddi hon sum lærari. Fram til á sumri í 1964 var hon ferðalærari í Múla og Haraldsundi, og síðani var hon í skúlunum í Klaksvík, har hon var góður starvsfelagi og væl dámd av næmingunum.


Foreldrini vóru bæði fróarfólk, og Freydis mundi sita væl undir. Hon hevur stórt søguligt og mentunarligt innlit, og hon hevur latið burturav til onnur. Eitt nú hevur hon í mong ár undirvíst í ættargransking fleiri staðni kring landið, og hon hevur skrivað í tíðarritum og hildið fyrilestur um Guttorm í Múla (1992).
   
Í Varðanum hevur hon skrivað um Myrkjanoyri (1998), Ættargrein av Blankskála (2000, 2001 og 2002) og úr Norðskála søgu (2005). Í Birting hevði hon eisini fleiri greinar: Klein-fólkið (1990), Í Tarti (1991), Uppsala-Pætur (1999) og Brot úr Oyrar søgu (2003). Í Keraldinum skrivaði hon í 2000 um Ziska ættina í Føroyum.
           
Krúnan á skrivligu avrikunum hjá Freydis er Úr Oyndarfjarðar søgu, sum hon gav út á egnum forlagi í 2004. Bókin er 369 síður og snýr seg fyrst og fremst um húsa- og ættarsøguna í Oyndarfirði.
                 
Í fororðunum sigur Freydis í 2004, at tað var fyri 30 árum síðani, at hon fór at spyrja og skriva upp um Oyndarfjørð. Tá hugsaði hon ikki um, at tað einaferð skuldi koma út í bók. Hetta var um ta tíðina, tá ið J. Símun Hansen, sáli, fyrireikaði seg til at skriva Tey byggja land. Símun og Freydis arbeiddu saman í skúlanum í Klaksvík, og Símun lat Freydis sleppa at skriva fólkateljingarnar av úr bókunum, sum hann fekk til láns. Freydis sigur, at pápi hennara, Martin Poulsen, dugdi væl at lesa gotiska skrivt, og at hann las upp, meðan hon skrivaði.
                  
Jóhanna og Martin Poulsen búðu eitt ár í Oyndarfirði undir krígnum. Freydis ferðaðist eisini í Oyndarfirði, men hon sigur sjálv, at tað var ikki fyrrenn hon hevði keypt hús í Oyndarfirði síðst í seksti árunum, at hon rættiliga kom at kenna bygdina.

Johanna og Martin Poulsen og øll teirra vóru friðarfólk og góðir grannar. Nú er rættuliga farið at tynnast í tí liðnum, sum bygdi á Gerðareiði eftir kríggið. Vit heilsa Freydis og ynskja hjartaliga tillukku við degnum.

Dagurin verður hildin í Oyndarfirði  í kjallaranum undir handlinum hjá Eivindi frá klokkan 16 2. hvítusunnudag.                      <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J